|
|
Kosovo
Kosovo (Albansk; Kosovë/Kosova, Serbisk; Косово и Метохија/Kosovo i Metohija) ella Lýðveldið Kosovo er eitt land í suður Evropa sum bleiv sjálvstøðugt 17. februar 2008. Í vikuni eftir 17. februar viðurkenna fleiri lond Kosovo sum sjálvstøðugt land, fyrst USA og síðani Norðurlond og fleiri lond í vesturevropa. Eisini Føroya Landsstýri sendir Kosovo eina fagnaðarheilsan. Russland og Serbia, sum Kosovo fyrr hevur verið partur av, mótmæla hinvegin.
Størsti býurin og høvuðsstaður er Priština. Almennu málini eru tvey í tali, albanskt og serbiskt. Kosovo hevur umleið 2,1 mió íbúgvar.
[rætta] Útvortis ávísing
|