Arizona

Flagg Skjøldur
Mynd:Map_of_USA_AZ.svg
Land: USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Phoenix
Størsta býur: Phoenix
Innlima: 14. februar 1912
Guvernørur: Janet Napolitano (D)
Vídd: 295,254 km²
Íbúgvar (2006): 6 166 318
fyri km²: 17.43/km²
Tíðarzona: UTC -7/-8
Heimasíða: www.az.gov

Arizona (enskt; State of Arizona) er lutstatur í Sambandsríki Amerika við 6 166 318 íbúgvar (2006). Størsti býur og høvuðsstaður er Phoenix. Í suðri hevur Arizona mark við Meksiko, í norðri við Utah, í eystri við New Mexico og í vestri við Kalifornia og Nevada. Eyknevni hansara er Grand-Canyonstaturin (enskt; The Grand Canyon State).

Um 90 % av statinum er heit og turr sandoyðimørk. Størstu oyðimerkurnar eru Paintedoyðimørk (enskt; Painted Desert) fyri norðan og Sonoranoyðimørk (enskt; Sonoran Desert) fyri sunnan. Einaferð livdu bara dýr, sum høvdu lagað seg til hitan, í Sonoroanoyðimørk. Nú er Phoenix í Suðurarizona ímillum teir býir í USA, sum vaksa skjótast, hóast hann er mítt í oyðimørkini. Fólkavøksturin frá 1960 til 1990 var heili 300 %. Ein av atvoldunum til, at Coloradoá er byrgd og ikki longur rennur í havið, er nógva vatnnýtslan í Phoenix.

Djúpa og breiða gjógvin Grand Canyon í Norðurarizona varð til fyri milliónum árum síðan, so hvørt sum vatnið úr Coloradoá máaði seg niður í klettin. Í støðum er gjógvin 1.600 metrar djúp og hevur matnað seg niður ígjøgnum klett, sum er 2000 milliónir ára gamal. Fjølbroyttar steinrenningar, funnar í bergvegginum, siga frá skiftandi jarðfrøðini í Grand Canyon.

Í Arizona vóru fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina. Puebloindiánarnir høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. Puebloindiánarnir vóru friðarfólk, men teir ræddust at apasjarnar skuldu leypa á. Teir vóru grannar. Pueblo merkir bygd.


[rætta] Myndir


[rætta] Sí eisini


Høvuðsstaðarøki
Washington DC
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Kalifornia · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar · Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy · Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy

gadżety reklamowe Hotelarstwo tanie pozycjonowanie radosne nowości prace licencjackie Jak zaplanowac płeć dziecka apteka internetowa pisanie prac Kajaki Rtv zakopane kwatery Sposoby i metody na sukces szyny kolejowe Zbuntowani - Rebelde Obsessive kick koparki Bułgaria wczasy Karaoke tani kredyt hipoteczny COOLsurf